Kom í búnýtisdeild okkara og fyll heimið við alskyns hentleikum.
Vit hava stórt úrval til tjalding, kamping, garðslívið, amboðsrúmið,
húsarhaldið, borðhaldið, matgerð, reingerð, persónsrøkt og fitness.

Í okkara stóru handilshølum á Hjalla finnur tú stórt úrval av búnýtum fyri kappingarførar prísir.
Vit geva javnan tilboðsbløð út við niðursettum prísum og vørum, ið hóska tíðarrákinum.

Tá summarið nærkast, kanst tú heilt víst keypa røttu kamping- og festivalútgerðina hjá okkum.

Garðshugnin um summarið verður eisini betur tá tú vitjar Vøruhúsið.
Vit selja grill og útgerð, garðsmøblar og útgerð til at stákast í garðinum við.

Jólatíðin er hugnalig og drúgv høgtíð í okkara hugaheimi. Tað sæst eisini aftur, tá oktober er um at
vera av. Handilin íður í vættrum, ljósketum og jólatrøum. Hetta má upplivast.

Vøruhúsið er staðið við nógvum kendum merkivørum og einari ørgrynnu av spennandi
gávuhugskotum, brúkslutum, amboðum, húsarhaldstólum, køksútgerð og prýðislutum.

Trampolinir

Vit selja eisini trampolinir! Sí úrvalið her