Vit selja máling og træverju í Málingahandlinum við Landavegin

Tá tað snýr seg um máling, er tað ikki altíð so lætt, sum tað ljóðar. Um tú skal mála stovuna, garðin ella baðirúmið er umráðandi at brúka røttu málingina. Tað kann vera ringt at meta um, hvør rætta málingin er, og hvussu farast skal fram. Í Málingahandlinum hava vit eitt stórt úrval av máling til føroyskar umstøður innan- og uttandura, og vit hjálpa tær at finna ta heilt røttu. Tú fært vegleiðing til smærri og størri máliuppgávur.

Vit samstarva við Nordsjö Idé & Design, sum er ein nútímans, skandinavisk málingaketa. Vit eru eisini einasta umboð í landinum fyri Pinotex træverju, sum hevur roynst væl í harða, norðurlendska veðrinum í meira enn 50 ára.

Umframt at selja máling til privatkundan, hevur Málingahandilin serliga vinnudeild, sum tekur sær av at selja vørur til málarameistarar. Málinghandilin hevur eisini stórt úrval av serligum vørum til listafólk, kvøldskúla og hobby.

Verið vælkomin í okkara Nordsjö málingahandil.

Soleiðis hava vit opið í málingahandlinum

Mánadag 8:00 – 17:30
Týsdag 8:00 – 17:30
Mikudag 8:00 – 17:30
Hósdag 8:00 – 17:30
Fríggjadag 8:00 – 17:30
Leygardag 9:00 – 13:00

 

Danska Nordsjö heimasíðan

Brúksvegleiðingar, góð ráð
og ymisk tíðarrit síggjast her.

Vitja Nordsjö

 

Danska Pinotex heimasíðan

Litveljari, góð ráð, vegleiðingar
og inspiratión fæst her.

Vitja Pinotex

 

Pinotex á Pinterest

Her finnur tú nógvar myndir
við lekrum litsamansetingum.

Vitja pinterest