Gløgt er gestsins eyga

Gamaní hevur Miriam búð í Føroyum í nógv ár‚ men hon evnar at síggja tað serliga í nógvum av tí sum vit‚ ið eru fødd og uppvaksin her‚ taka fyri givið.

Miriam fær sín íblástur frá gerandisdegnum‚ frá teimum tingum vit so ofta hava sæð‚ og kanska ikki altíð geva gætur. Síggj kykmyndina‚ og lær meira um plakatirnar‚ ið vit eisini selja í Vøruhúsinum.