Mistral serian frá Hammel Furniture

Møblarnir frá Hammel Furniture eru samlaðir áðrenn teir verða sendir avstað til Føroyar.

Hetta verður gjørt fyri at tryggja góðskuna á møblunum. “Vit hava sæð endaligu vøruna, áðrenn hon verður send avstað. Tað tryggjar okkum ímótið at møblar við skaða ella øðrum manglum verða sendir út til okkara kundar”, sigur Niels K. Niels, sølumaður hjá Hammel Furniture . Vit hava vitja á fabrikkini hjá Hammel Furniture, so tú kanst síggja hvussu møblarnir verða gjørdir og pakkaðir.

Vælkomin á voruhusid.fo

Nýggja heimasíðan hjá Vøruhúsinum er nú tøk.

Endamálið við síðuni er at vísa tær sum brúkara eitt úrval av teimum møblum og tilhoyri ið vit hava at bjóða í Vøruhúsinum. Fyri at lætta um hjá brúkaranum, eru vørurnar bólkaðar eftir rúmið eins væl og eftir vørubólki. Eisini ber til at leita beinleiðis eftir vørum fyri onkur av okkara designmerkjum.

Tá ið tú hevur funnið tær eitthvørt ið tú hevur áhuga í, so er møguleiki fyri at síggja um vøran er á goymslu áðrenn tú velur at leggja leiðina framvið handli okkara á Hjalla. Heimasíðan er soleiðis okkara hugsan um at flyta sýnisgluggan heilt heim til tín sum brúkara, og at hann er opin júst tá ið tað passar tær.

Umframt nógvu spennandi vørurnar á heimasíðu okkara, hava vit eisini nógv fleiri ið ikki eru á heimasíðuni. Eitt nú eru búnýti, gólv og máling ikki vísar á heimasíðu okkara, men hesar eru at finna í lýsingabløðum okkara, ið eisini javnan vera at finna á heimasíðuni.

Vælkomin til Vøruhúsið

Vinarliga

Peter Mouritsen

Stjóri