Umbýtingartænasta

Dagført 21. november 2017

Jólagávumerki

Hetta gevur móttakaranum rætt at býta gávuna um ella fáa pening endurrindaðan*. Virðið verður ásett sambært dagsprísi á umbýtingardegnum.
Treytirnar eru, at vøran skal ikki vera tikin í nýtslu og skal vera í sama standi, sum tá ið hon varð keypt. Umbýtingarfreistin er 31. januar 2018.

 

Umbýting annars

Hevur tú keypt eina vøru hjá okkum, kanst tú býta hana um
ella fáa peningin endurrindaðan*, tá hesar treytir eru uppfyltar:

  • At tú við kvittan kanst prógva, at vøran er keypt í Vøruhúsinum
    fyri ikki fleiri enn 12 døgum síðan (allir dagar íroknaðir)
  • At vøran er í sama standi, sum tá ið hon varð keypt
  • At vøran ikki er tikin í nýtslu

*Er upphæddin yvir 500 kr tilskila vit okkum rættin at flyta tær peningin á konto ístaðin.

 

Umbýtingartænastan fevnir ikki um:

  • Vørur, ið eru bílagdar heim til kunda eftir umbøn
  • Tilskorna gólvvøru og ásettir pakkar av gólvtilfari
  • Fýrverk