Keypstreytir

Keypstreytir og kunning

Seljari
Vøruhúsið (Litaval P/F)

Á Hjalla 12B

188 Hoyvík
V-tal 365394
Teldupostur: voruhusid@voruhusid.fo
Telefon: 542500

Prísir
Allir prísir eru íroknað MVG. Um tú ert innritaður sum vinnukundi, so vísir skipanin um prísirnir eru uttan MVG
Afturat prísinum kann kostnaður fyri vørusending verða lagdur oman á um kundin ynskir vørusending. Sí niðanfyri.

Tilboð
Møgulig tilboð á nethandlinum eru serliga frámerkt. Tilboðini eru galdandi so leingi vøran er á goymslu hjá okkum, ella í ávísum tíðarskeiði. Um vøran ikki er á goymslu, verður fyrivarni tikið.

Gjalding
Bíløgd vøra skal gjaldast umvegis gjaldsskipanina á henthandlinum.
Gjaldast kann við hesum gjaldskortum:
Dankort, Visakort og Mastercard
Keypsupphæddin verður ikki trekt av gjaldskorti tínum fyrr enn vøran er pakkað og klár at avheinta ella at senda við Posta.
Gjaldingin fer fram gjøgnum Nets/Teller og Quickpay. Hetta eru viðurkendar og tryggar gjaldsskipanir. Vit goyma ongantíð nakrar av tínum gjaldsupplýsingum.

Útkoyring
Bíløgd vøra kann avheintast á goymslu okkara á Hjalla 12B, 188 Hoyvík, ella verður hon send heim til tína hurð við hurð-til-hurð koyritænastuni hjá Posta, Post ber ikki vøruna inn, men bert til hurðina, ella so tætt sum bilurin sleppur at hesari
Veitingartíðin er vanliga ein gerandisdag, sum merkir, at tú væntandi móttekur vørusendingina seinnapartin dagin eftir at tú hevur bílagt vøruna (gerandisdagar).
Men tað kann eisini ganga upp til 2-3 dagar, alt eftir hvar í landinum bíleggingin skal sendast. Serliga har sum tað ikki er landfast við meginøkið.
Posta koyrir ikki vørubíleggingar út leygardag, sunnudag og halgidagar.
Kostnaður fyri vørusendingina við Posta framgongur tá ið keypt verður á nethandlinum.

Kostnaður fyri útbering
Tað kostar einki, um tú velur at heinta vøruna í handlinum. Kostnaðurin fyri útkoyring við hurð-tilhurð koyritænastuni hjá Posta avhongur av stødd/vekt á vøruni og framgongur tá ið keypt verður. Kostnaðurin verður lagdur afturat kostnaðinum fyri bíløgdu vørurnar.

Vørur ið ikki eru á goymslu

Nethandilin loyvir bílegging av vørum sum ikki eru á goymslu. Øll vøra sum ikki er á goymslu, ella sum bert er á fjargoysmlu verður at roknað sum bíleggingarvøra, og er tískil ikki fevnd irðanarrættinum, sí niðanfyri.

Um tann vøran sum tú ynskir, ikki er á goymlsu hjá okkum, ber til at bíleggja hesa á nethandlinum. Tú fært eina ordraváttan frá okkum um væntaða veitingartíð innan nakrar dagar. Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis teldupost og spyrja nær vøran kann væntast at vera á goymslu hjá okkum og harvið tøk til bílegging.

Um partur av bílegging tíni ikki er á goymslu hjá okkum, seta vit okkum í samband við teg og siga frá, nær øll bíleggingin væntast at vera á goymslu. Hareftir kanst tú velja um tú ynskir 1) at fáa bíleggingin avleveraða í einum ella fleiri vørusendingum, ella 2) um tú bert ynskir at gjøgnumføra ein part av bíleggingini, ella 3) um tú ynskir at strika alla bíleggingina sum hon er.

Umbýtingarrættur

Umbýtingarrættur fyri vørur keyptar í Vøruhúsinum ella á nethandli okkara tær somu. Vøran kann býtast um í 12 dagar, um vøran er í samað standi, sum tá hon var keypt. Um kvittan er við í umbýtingini, kann reiður peningur latast aftur. Kundin skal kunna prógva at vøran er keypt í Vøruhúsinum um umbýting skal fara fram.

Bíleggingarvørur eru ikki fevndar av umbýtingarrættinum, og kunnu sostatt ikki býtast um.

Er vøran keypt á útsølu er ongin umbýtingarrættur.

Um talan er um brek við vøruni, sí niðanfyri mannagongdir.

Iðranarrættur

Angrar tú keypið, kanst tú lata vøruna inn aftur innan 12 dagar, sí tó treytir fyri umbýtingarrætt niðanfyri. Tað kanst tú gera við at koma inn í handil okkara ella senda okkum pakkan aftur. Send ein teldupost til okkara á voruhusid@voruhusid.fo og upplýs ordranummar og telefonnummar um tú ynskir at gera nýtslu av iðranarrættinum. Sendur tú vøruna, verður upphæddin flutt aftur á tína konto tá ið vit hava móttikið pakkan.

Iðranarrætturin er galdandi frá tí degi, tá mann hevur fingið vøruna í hendi.
Kundin hevur soleiðis 14 dagar at boða frá brúki av iðranarrættinum, og síðani haraftaná 14 dagar at senda vøruna aftur til Vøruhúsið. Fyri at gera nýtslu av iðranarrætttinum skal kundin senda teldupost til voruhusid@voruhusid.fo
Sum útgangsstøði skal vøran sendast aftur til Vøruhúsið í sama standi, sum hon var í, tá kundin fekk vøruna, og í uppruna pakkanum.
Meginreglan er, at tað í øllum førum er loyvi til at útpakka og kanna vøruna heima hjá sær sjálvum, á sama hátt sum í einum vanligum fysiskum handli, men vøran skal pakkast innaftur og latast aftur í upprunapakkanum.
Kundin skal sjálvur rinda fyri at senda vøruna aftur til Vøruhúsið um iðranarrætturin verður brúktur.

Tá Vøruhúsið hevur móttikið vøruna í uppruna standi, verður keypsupphæddin flutt aftur til keypara. Kontonummar má soleiðis eisini upplýsast. Um vøran sýnist brúkt, tá vøran verður aftursend til okkara, verður iðranarætturin sýttur.

Brek við vøru
Um kundi hjá Vøruhúsinum leggur til merkis, at tað er brek við vøruni, skal hetta boðast frá til Vøruhúsið skjótast møguligt eftir at brekið er lagt til merkis.
Allar tílíkar fráboðanir verða handfarnar sambært tí í Føroyum galdandi keypilóg.
Kundin skal tá seta seg í samband við Vøruhúsið umvegis teldupost og greiða frá brekinum. Best er um kundin eisini sendir myndir av brekinum.
Verður brekið staðfest av Vøruhúsinum, fær kundin sum oftast eina nýggja vøru av sama slag. Um vøra av sama slag ikki skaffast longur, verður kundanum bjóða at fáa líknandi vøru, ella ein avsláttur í prísinum og so varveita uppruna vøruna. Ynskir kundin ikki at fáa líknandi vøru ella at fáa ein avsláttur í keypsprísinum við at varveita uppuna vøruna, stendur honum í boði, at lata keypið ganga aftur.
Um kundin ynskir at fáa aðra vøru, ella at lata keypi ganga aftur, hevur kundin skyldu at lata uppruna vøruna aftur til Vøruhúsið.
Reglur viðvíkandi brek á vørum fylgir keypilógini

Trygd & persónligir upplýsningar
Fyri at keypa frá nethandlinum er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupostadressu, telefonnummar. Vøruhúsið verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær.

Online-gjalding
Gjaldast kann beinleiðis við gjaldskortum: Dankort, VISA og Mastercard. Gjalding umvegis gjaldskort verður framd gjøgnum Nets/Teller og Quickpay skipaninar. Hetta er viðurkendar og tryggar gjaldsskipanir. Vit goyma ongantíð nakrar av tín gjaldsupplýsingum, og keypsupphæddin verður ongantíð trekt av tínum gjaldskorti fyrr enn vøran er klár at avheinta á goymslu okkara ella tá vøran verður send við Posta.

Vilkår og betingelser