Leys størv
Vit í Vøruhúsinum leita altíð eftir eldhugaðum og ágrýtnum starvsfólkum, ið ynskja at gerast ein partur av okkara toymi. Um tú hevur áhuga í at arbeiða í einum livandi og fjølbroyttum umhvørvi, ert tú vælkomin at søkja starv hjá okkum.
Um starvið, tú leitar eftir, ikki er tøkt, vilja vit framvegis fegin hoyra frá tær.
Send ein teldupost til pm@voruhusid.fo og fortel okkum um tínar førleikar og áhugamál.
Stað: Vøruhúsið á Hjalla – Deild: Búnýti
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum av fremstu búnýtishandlum í landinum.
Sum leiðari hevur tú ábyrgdina av, at leiða og skipa handilin. Uppgávan umfatar eisini, at halda handilin, at avgreiða innkeyp og skipa fyri søluátøk. Tú kemur, í felag við leiðsluna, at samskipa dagligdagin hjá starvfólkunum.
Høvuðsuppgávur:
• Leiða og skipa dagliga virksemið í handlinum.
• Tryggja, at handilin altíð er dagførdur við røttu vørunum.
• Samskifta við kundar.
• Skráseting og handfaring av vørum.
• Leiða og stuðla starvsfólkunum í handlinum.
Vit ímynda okkum, at tú hevur leiðslu og handilsroyndir.
Vit vænta, at tú ert:
• Skipað/ur, ágrýtin og álítandi.
• Dugur at arbeiða við teldu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Business Central.
• Leiðsluevni, dugur at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
• Hevur gott handils stev
Starvstreytir:
Løn og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.
Umsókn:
Vil tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Peter Mouritsen, stjóra á telefon 542505.
Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum, skal sendast til pm@voruhusid.fo í seinasta lagið 25. juli 2024. Starvið verður sett skjótast tilber.